13.06.2024
Húsið partvís opið í summarfrítíðini - ung
Hetta hava vit ikki roynt áður, so hetta fer heilt sikkurt at rigga orduliga væl:)
Frá 20. juni og fram til Ólavsøku, fer Húsið at hava opið fyri teimum ungu 2 ferðir um vikuna. Hvønn mánadag og hvønn hósdag fara vit at hava opið frá kl. 19.30 til 23.00.
Umframt tað, so eru eisini onkrar konsertir hjá ListaRok á skrá í summar - tann fyrsta verður við Aggrasoppum 5. juli kl. 21.00
Vit vóna at tey ungu fara at taka væl ímóti tilboðnum:)